Fyrstu atgongumerkini til EM-undankappingardystin á Tórsvølli ímóti Grikkalandi leygardagin 13. juni eru nú sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF
– Sjálvt um man er fokuseraður tann síðsta hálva tíman, so eru tað løtur, har man hugsar: ”Hetta er heilt ótrúligt, sum vit eru í gongd við akkurát nú. Vit eru við at vinna á útivølli í Grikkalandi”. Og tankarnir hava hug at sveima eitt sindur. Tá dómarin so bríkslar av, er tað ein heilt heilt ótrúligt kensla. Soleiðis sigur føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen um seinastu løtuna á vøllinum í 1-0 sigrinum á grikkum.

Føroyar og føroyska fótbóltslandsliðið komu av álvara á heimskortið aftur, tá tað tann 14. november í fjør eydnaðist at vinna 1-0 á útivølli ímóti Grikkalandi. Føroysku spælararnir stríddu seg til ein uppibornan sigur hetta fríggjakvøldið í november. Møguleikin fyri eini nýggjari heimssensatión er til staðar 13. juni, tá Grikkaland vitjar á Tórsvøll.

Sambært Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, er lagt upp til eitt fótbóltsbrak, tá grikkar vitja á Tórsvølli.

– Seinastu árini hevur FSF áhaldandi gjørt átøk fyri at betra um dystarupplivilsi hjá áskoðarum hjá føroyska landsliðnum. Stóru íløgurnar á Tórsvølli eru eyðsýndar, men samstundis arbeiða vit eisini hart við teimum smærri tingunum, sum betra upplivilsi hjá áskoðarunum. Dysturin móti Grikkalandi verður hin fyrsti við nýggja Eysturskýlinum á Tórsvølli, og samstundis taka vit nýggja atgongumerkjaskipan í nýtslu.

Admind.fo hevur forritað nýggju atgongumerkjaskipanina fyri FSF. Í fyrstu atløgu eru 1.293 tey bestu atgongumerkini sett til sølu. Atgongumerkini, sum einans kosta 100 krónur, kunnu keypast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

– Áskoðarar koma framyvir at keypa teirra atgongnumerki á netsøluni hjá FSF og fáa atgongumerkið beinleiðis á sín teldupostbústað. Hetta verður nógv nýtt aðrastaðni og sjálvandi skal FSF fylgja við. Fyrimunur við nýggju skipanini er eisini, at vit altíð kunnu síggja, hvussu nógvir áskoðarar eru á stadion og í stóran mun kenna teirra samleika. Nýggja skipanin verður tí samsvarandi altjóða krøvum frá FIFA og UEFA – tað týdningarmesta er tó, at hon kemur at gera tað mundandi lættari hjá okkara fjepparum at keypa sær júst rætta atgongnumerkið til landsdyst, sigur Virgar Hvidbro.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Grikkaland verður á Tórsvølli leygardagin 13. juni klokkan 19:45.