Avrikið var gott í vinardystinum, sum norðurírar vunnu 3-1, heldur liðskiparin


Fyrri vinardysturin hjá kvinnulandsliðnum hesa vikuna endaði við 3-1 sigri til Norðurírland. Hóast kenslan beint eftir dystin ikki er so góð, so er ein greið framgongd á føroyska liðnum, heldur føroyski liðskiparin Ásla Johannesen.

Norðurírland og Føroyar vóru í sama undankappingarbólki til EM, og norðurírar hava síðan megnað at spælt seg til EM endaspælið, sum verður í Englandi í summar. Tað var tí eit krútsterkt mótstøðulið, sum eisini stillaði við sterkastu manning frá byrjan í vinardystinum. Málini hjá norðurírum komu øll í fyrra hálvleiki, meðan eitt norðurírskt sjálvmál í seinna hálvleiki pyntaði um støðuna og endaliga úrslitið.

– Vit hava flutt okkum nógv, síðan vit spældu móti teimum seinast. Tað kendist so á vøllinum, og fleiri av teimum norðurírsku spælarunum hava eisini sagt hetta við meg nú eftir dystin, at tær sóu stóran mun á vøllinum. Tað kendist gott, at vit í dag vóru nógv betri førar fyri at standa ímóti trýstinum, sum sjálvandi var har meginpartin av dystinum, men samanlagt kunnu vit taka nógv gott við okkum úr hesum dystinum, sigur Ásla Johannesen.

Allir spælararnir í hópinum uttan ein av málverjunum komu á vøllin í dag, og heili fýra spælarar spældu í dag sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum. Talan er um Valborg Østerø og Rúnu Jacobsen, sum byrjaðu dystin fyri Føroyar, umframt Mirjam Huneckog Lenu Olsen, sum báðar vórðu skiftar inn.

A-landsliðið við kvinnum hevur ein vinardyst eftir á hesari venjingarleguni. Hann verður leygardagin, tá Gibraltar tekur ímóti á Victoria Stadium.

Niðanfyri eru myndir frá dystinum, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.