Nú ber til at keypa atgongumerki til heimadystirnar móti Kekkia og Albania, sum verða á Tórsvølli 17. og 20. juni
——————
A-landsliðið við monnum hevur tveir EM-undankappingardystir á skránni í juni mánað. Leygardagin 17. juni spæla Føroyar og Kekkia á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 20. juni kemur Albania á vitjan.
Báðir dystirnir byrja klokkan 19:45.
Og nú ber til at ogna sær atgongumerki til landsdystirnar móti kekkum og albanum. Sølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og í fyrstu atløgu verða 2.000 atgongumerki til hvønn dyst sett til sølu.
Atgongumerkini eru býtt í tríggjar kategoriir (kostnaðarbólkar).
Kostnaður
Kat. 1 (bólkur 103-106): 200 kr.
Kat. 2 (bólkur 107-108): 150 kr.
Kat. 3 (109, 110, 112 og 113): 100 kr.
Nú Tórsvøllur fyribils er liðugt út- og umbygdur, samstundis sum nýggju ljósini eru um at verða klár, er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum kring vøllin.
Skráin 2023
17. juni kl. 19:45 Føroyar – Kekkia
20. juni kl. 19:45 Føroyar – Albania
10. sept. kl. 17:00 Føroyar – Moldova
12. okt. kl. 19:45 Føroyar – Pólland