MYNDIR: Tað gekk ikki akkurát sum ætlað hjá føroyska landsliðnum á Estadio Nacional leikvøllinum í Andorra. Úrslitið gjørdist javnleikur 0-0
– Eg eri heilt ótrúliga skuffaður. Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit verið nøgdir við eitt stig á útivølli, men tað eru vit als ikki hesaferð. Spælararnir hjá Andorra dugdu væl at taka ferðina úr dystinum, og kláraðu eisini at ørkymla okkum meir enn gott er.
– Tað følist næstan sum eitt tap, og eg standi eftir við einari keðiligari kenslu. Hesin dysturin skal bara gloymast skjótast tilber, og so skulu vit koma víðari, segði Atli Gregersen, eftir málleysa javnleikin millum Andorra og Føroyar.
Sum heild var føroyska liðið betri á Estadio Nacional leikvøllinum í Andorra la Vella. Tað var eisini nær við nakrar ferðir, og at síggja til, so kundi bosniski dómarin møguliga bríkslað fyri brotssparki til Føroyar tvær ferðir.
Tað gjørdi tað heldur ikki betri, at Jóan Símun Edmundsson miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk sítt seinna gula kort, og harvið varð vístur av vølli.
Heilt ímóti endanum kundi Hallur Hansson havt skorað fyri Føroyar. Men skallarin frá miðvallarunum fór beint framvið.
Næsti dystur hjá føroyska landsliðnum í undankappingini til HM 2018, verður á heimavølli tann 9. juni, tá Sveis vitjar í Føroyum.