Eftir eina frálíka gongd í EM-undankappingini higartil, tapti føroyska U21-landsliðið í dag 3-0 í Grikkalandi. Føroyska liðið var væl við, men tíðliga í seinna hálvleiki skoraðu vertirinir tvær ferðir og avgjørdu dystin
——————
Undan dystinum móti Grikkalandi vóru Føroyar nummar 3 í bólki G í undankappingini til EM 2025. Tí var ein vón um, at okkara dreingir kundu geva griksku vertunum ein hvøkk, nú níggju ár eftir bragdið í 2014, tá manslandsliðið vann 1-0 í Pireus.
Føroyska liðið hevði eisini onkran málmøguleika í fyrra hálvleiki, men tað vóru grikkar, ið vóru á odda í hálvleikinum við máli, sum Christos Tzolis skoraði.
Í seinna hálvleiki vónaðu okkara at venda dystinum, men heldur vóru tað vertirnir, ið avgjørdu við málum frá Georgios Koutslas og Nikolaos Zouglis.
Føroyar hava skorað í øllum dystunum í undankappingini fram til í dag, men eitt sindur sigandi fyri avrikið, so glapp tað eisini, sjálvt um føroyska liðið fleiri ferðir var í góðum støðum.
Tað bleiv eitt sindur rokaligt móti endanum, tá Georgios Koutslas bleiv útvístur og dómarin gav fleiri gul kort til báðar partar. Føroyar detta við tapinum eitt pláss aftur og eru nú nummar fýra í bólkinum.
Støðan í bólkinum sæst her: EURO 2025 / Bólkur G (U21)