Ein broyting er gjørd í hópinum hjá kvinnunum undan dystunum móti Ukraina og Ungarn
A-landsliðið við kvinnum hevur tvær stórar uppgávur á skránni í oktober. Fyrst tekur Ukraina ímóti í Kiev 21. oktober, og fimm dagar seinni, 26. oktober, verður ársins seinasti landsdystur á Tórsvølli, tá Ungarn vitjar.
Síðan hópurin varð úttikin í farnu viku, hevur Jacoba Langgaard tíverri verið noydd at givið avboð vegna skaða. Í hennara stað hevur Lene Terp boðsent Katrinu Sjóvará, sum dagliga er liðfelagi við júst Jacobu Langgaard í B36. Katrina Sjóvará var við landsliðnum fyri fyrstu ferð til dystirnar móti Spania og Skotlandi í september, har tað tó ikki bleiv til nakra leiktíð fyri unga miðvallaran.
Kvinnurnar leggja sum sagt fyri hesaferð á útivølli móti Ukraina hóskvøldið 21. oktober kl. 17.00 føroyska tíð.
Heimadysturin hjá kvinnunum móti Ungarn verður á Tórsvølli týskvøldið 26. oktober kl. 18.00, og atgongumerkjasølan til dystin er byrjað á netsøluni her.