Nýggi føroyski FIFA-dómarin, Kára á Høvdanum hevur fingið sína fyrstu altjóða uppgávu. Í mars skal Kára til Portugal, har hann skal døma úrvalskapping fyri U17-landslið

– Hetta verður ótrúliga spennandi og mennandi, og nú ræður um at taka av teimum møguleikum, ið ein fær, sigur Kári á Høvdanum við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í døgunum 12. til 18. mars fer nýggi føroyski FIFA-dómarin, Kári á Høvdanum, saman við Jørleif Djurhuus, ið verður hjálpardómari, til Portugal at døma. Á skránni er bólkur 4 í UEFA Elite Round (Úrvalskapping) fyri U17-landslið við dreingjum.

 

Umframt vertslandið, eru liðini í kappingini Finnland, Sveis og Slovakia. So talan er um sterk lond, ið føroyski dómarin og hjálpardómarin skulu døma.

 

UEFA Elite Round er fyri tey lond, ið hava spælt seg víðari úr innleiðandi undankappingunum, sum vórðu spældir á heysti í 2017. Í fjør var føroyska U17-landsliðið við dreingjum til UEFA Elite Round á Kýpros. Og sum flestu kunnugt, spældu okkara dreingir seg víðari til EM-endaspælið.