Fyri stórari viku síðan varð hann fluttur ein bólk upp í skipanini hjá UEFA. FSF Varpið hevur hitt Kára Jóannessarson á Høvdanum, sum nú fer at fáa størri avbjóðingar í altjóða høpi
——————
Kári Jóannessarson á Høvdanum bleiv kosin FIFA-dómari í november í 2017, og eftir at hava staðið seg væl í teimum dystunum, sum hann higartil hevur dømt í altjóða høpi, er hann nú fluttur ein bólk upp.
Tað merkir, at Kári í næstum væntandi fer at fáa fleiri og størri avbjóðingar á altjóða dómarapallinum.
FSF Varpið hevur hitt fryntliga dómaran, sum í hesum døgum hevur nógv jørn í eldinum. Umframt at døma nógvar fótbóltsdystir í heimligu kappingini, er hann í gongd við at byggja hús til sín og familjuni í Syðrugøtu, og harafturat er fimti familjulimurin á veg.