Leygardagin 13. februar verður árligi aðalfundurin hjá FSF. Gestur á fundinum hesaferð verður Karen Espelund, ið er fyrrverandi aðalskrivari í norska fótbóltssambandinum, og sum í dag er nevndarlimur í UEFA
Tað eru ikki nógv mál á skránni, tá árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður hildin í nýggja FSF-húsinum við Tórsvøll leygardagin 13. februar klokkan 13:00.

Nevndarval verður til Aganevndina, Yvirkærunevndina, Loyvisnevndina og Kærunevndina í Loyvismálum.

Harafturat er uppskot um smávegis broytingar í kappingarreglunum eisini á skránni, og roknskapurin fyri 2015 verður lagdur fram. Á seinasta starvsnevndarfundi, sum var 3. februar, bleiv roknskapurin fyri í fjør góðkendur, og vísir hann eitt yvirskot á umleið 4,5 milliónir krónur.

Vanligt er, at útlendskir gestir, umboðandi UEFA, eru hjástaddir, tá aðalfundurin er á skránni, og soleiðis verður aftur í ár. Hesaferð er tað Karen Espelund, ið er fyrrverandi aðalskrivari í norska fótbóltssambandinum, og sum í dag situr í nevndini hjá UEFA, ið vitjar.

Hetta er 37. aðalfundurin, síðani felagsskapurin varð settur á stovn tann 13. januar í 1979.