Nú er greitt, at føroyska landskappingin í fótbólti í 2016 verður sparkað í gongd leygardagin 5. mars. Seinasta umfar verður spælt 22. oktober
Kappingarárið 2016 verður nakað drúgvari enn vanligt, men væntandi eru tað eisini nakrir spennandi dystir, ið standa fyri framman.
Um alt gongur eftir ætlan, verður EFFO-deildin 2016 sparkað í gongd leygardagin 5. mars, meðan seinasta umfar í fremstu deildini hjá monnum verður 22. oktober. Endaliga leikskráin er tó ikki løgd enn.
Eina viku undan fyrsta umfari í EFFO-deildini, leygardagin 27. februar, er Stórsteypadysturin á skránni. Komandi ár eru tað føroyameistararnir úr B36, og steypavinnararnir úr Víkingi, ið skulu spæla um Lions Steypið.
Summarsteðgurin í komandi kapping verður frá 24. juni og ein mánað fram, til 24. juli. Í hesum tíðarskeiði verða fyrstu umførini í Champions- og Europa League kappingunum á skránni.
B36, ið skal taka lut í Champions League undankappingini, spælir fyrsta dystin 28. juni. Liðini, ið skulu luttaka í Europa League undankappingini, NSÍ, HB og Víkingur, spæla eftir ætlan sínar fyrstu dystir 29. ella 30. juni. Seinnu dystirnir í fyrsta umfari í Champions- og Europa League verða spældir 5., 6. og 7. juli.
Vinna føroysku liðini seg víðari til annað umfar, skulu tey á vøllin aftur eina viku seinni. Fyrru dystirnir í øðrum undanumfari verða spældir 12., 13. og 14. juli, meðan seinnu dystirnir eru á skránni 19., 20. og 21. juli.
Og skuldi tað eydnast føroysku liðunum at endurtikið bragdið hjá Víkingi, sum fyri tveimum árum síðani spældi seg víðari til triðja undanumfar, skulu tey aftur á altjóða pallin 26., 27. ella 28. juli og 2., 3. ella 4. august.
Men umframt 27 umfør í EFFO-deildini, seks umfør í kappingini um Løgmanssteypið og altjóða dystirnir hjá føroysku liðunum, eru eisini fleiri landsdystir á skránni. U21-landsliðið skal spæla seks EM-undakappingardystir, meðan A-landsliðið, umframt venjingardystin móti Liktinstein í mars, skal spæla fýra HM-undankappingardystir í 2016.