Aftur í vetur verður skipað fyri uttandura vetrarkapping fyri U18 gentur, U17 dreingir og U15 dreingir og U15 gentur, um nóg stórur áhugi er.
Aldursbólkar Aldursbólkarnir í kappingini 2019-20 eru:
– U15 dreingir og U15 gentur er árg. 2005-2006 – U17 dreingir er árg. 2003-2004 – U18 gentur er árg. 2002-2003-2004
Kappingar verða leiktar leygardagar og sunnudagar, tó er ætlanin í størstan mun leika sunnudagar, um tað letur seg gera.
Byrja verður í novembur 2019 og seinastu kappingarnar verða um mánaðarskiftið januar/februar 2020
Nærri fráboðan um leikstaðir og ábyrgdarfeløg verða send feløgunum seinni.
Fyriskipan FSF skipar fyri kappingini í samstarvi við luttakandi feløgini. Uppgávan hjá FSF er m.a. at: – Lýsa við kappingini og taka ímóti tilmeldingum – Krevja luttøkugjaldið – Saman við feløgunum gera eina kappingarskrá fyri hvørt umfar og fyri kappingina sum heild
Uppgávan hjá feløgunum er at skipa fyri øllum praktiskum viðurskiftum, tá kapping/dystur er á teirra heimavølli. Eitt nú: – Útvega dómarar – Geva dystarboð – Skráseta úrslit í Comet ella lata FSF tey beint eftir kappingina – Hava hóskandi bóltar – Skapa karmar, so leikarar, leiðarar og avvarandi hava hóskandi umstøður.
Tilmelding / luttøkugjald Tað er ein tilmelding, og hon er galdandi fyri alla kappingina. Luttøkugjaldið er 300 kr. fyri hvørt lið, sum luttekur í vetrarkappingini.
Samskipari Hvørt felag skal hava ein kontaktpersón/samskipara. Hesin stendur eitt nú fyri innanhýsis samskiftinum og samskiftinum millum felagið og FSF/onnur feløg viðvíkjandi vetrarkappingini. Harumframt kann, um felagið ynskir tað, hvørt lið hava sín kontaktpersón. Hjá FSF er tað Sunniva Kollslíð, sum er samskipari.
Døming / dómarar Felagið, sum skipar fyri kappingini, útvegar dómarar til kapping/dystir.
Uppmøting Tað er sera umráðandi, at lið, sum hava meldað seg til kappingina, møta upp. Er tað soleiðis, at felag av einari ella aðrari orsøk ikki fær manna lið til eina kapping, er umráðandi at seta seg í samband við “ábyrgdarfelagið” og FSF um hetta í góðari tíð. FSF skilar sær rætt til at koyra lið úr kappingini um uppmøtingin ikki er nøktandi/manglandi fráboðan um avboð. Ein møguleiki er eisini, at lið, sum ikki møtir upp, missir stig.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!