§4 – Útgerð leikaranna
Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF
§4 sum PDF
1. Trygd
Ein leikari kann ikki nýta útgerð ella bera nakað, sum er vandamikið.
Allir prýðislutir (hálsketur, armbond, ringar, oyrnaringar, leðurbond, gummibond o.s.fr.) eru strangliga bannaðir og skulu beinast burtur. At nýta klistur at fjala prýðislutir við verður ikki góðtikið.
Leikararnir skulu kannast fyri dystarbyrjan, og eykaleikararnir skulu kannast, áðrenn teir koma inn á vøllin. Um ein leikari ber ella nýtir útgerð, sum ikki er loyvd ella er vandamikil ella prýðislutir, skal dómarin geva leikaranum boð um at:
- Beina lutin burtur
- Fara av vøllinum næstu fer steðgur er í leiki, um leikarin ikki kann ella vil gera eftir boðum
Ein leikari, sum sýtir fyri at gera eftir boðum, ella nýtir somu útgerð aftur, skal ávarast.
2. Kravd útgerð
Kravda útgerðin hjá einum leikara er sett saman av fylgjandi lutum:
- Eini blusu við ermum
- Stuttbuksum
- hosur – klistur ella annað evni, sum er uttaná skal hava sama lit sum tann parturin av hosuni, sum tað er klistrað á ella fjalir
- skinnabeinsverju – hesir skulu vera framleiddir úr hóskandi tilfari fyri at geva nøktandi verju, og teir skulu vera fjaldir av hosunum
- skógvar
Málmonnum er loyvt at vera í joggingbuksum.
Ein leikari, sum missir ein skógv ella skinnara orsakað av einum óhappi, skal fáa hetta í rætt lag skjótast gjørligt og í seinasta lagi næstu fer steðgur er í leiki. Um leikarin spælir bóltin og/ella skorar eitt mál, áðrenn hetta er fingið í rætt lag, skal mál dømast.
3. Litir
- Bæði liðini skulu bera litir, sum týðiliga skilja tey hvørt frá øðrum, dómaranum og hinum dystarleiðarunum.
- Báðir málverjarnir skulu bera litir, sum tyðiliga skilja teir frá øðrum leikarum, dómaranum og hinum dystarleiðarunum.
- Um blusurnar hjá málmonnunum er eins littar, og eingin teirra hevur aðra blusu at fara í, skal dómarin loyva dystinum at spælast.
Undirtroyggjur skulu:
- Vera einlittar og hava sama høvuðslit sum ermarnar á leikarablusuni.
ella
- Hava mynstur/litir, sum eru akkurát líka sum erman á blusuni.
Undirbuksur/súkklushorts skulu hava sama høvuðslit sum stuttbuksurnar ella sama lit sum niðasti partur av stuttbuksunum – leikarar á sama liði skulu bera sama lit.
4. Onnur útgerð
Verjandi útgerð, sum ikki er vandamikil so sum høvurútgerð, andlitsmaskur, knæ- og armverjur, ið eru framleidd úr bleytum, løttum evni, er loyvd. Keppar hjá málmonnum og ítróttar brillur eru eisini loyvd.
Verja til høvdið
Tá verja til høvdið (undantikið keppar hjá málmonnum) verður nýtt, skal hon:
- vera svørt ella hava sama høvuðslit sum blusan (Treytað av, at leikarar á sama liði bera sama lit)
- Skal samsvara við professionellu útsjóndina á útgerðini, sum leikarin nýtir.
- ikki vera fastgjørd í blusuna
- ikki vera til vanda fyri leikaran, ið nýtir hana ella nakran annan
leikara (t.d. kæralás ella knappur rundan um hálsin)
- ikki hava nakað, sum stingur út úr henni (Framstandandi lutir).
Elektroniskt samskifti
Leikarar (íroknað eykaleikarar/útskiftar leikarar og útvístir leikarar) hava ikki loyvi at bera ella nýta nakað slag av elektroniskari ella samskiftis útgerð (undantikið EPTS, tá tað er loyvt). Hjálparfólk hava loyv at nýta elektroniskt samskifti, treytað av, at tað beinleiðis hevur við trygd leikaranna at gera ella annað, sum hevur við taktik ella venjing at gera. Hetta er bert galdandi fyri smá, flytfør tól, sum kunnu havast í hondini (t.d. mikrofon, smátalara, oyrnasnigil, fartelefon/snildfon, snild-ur, teldil, farteldu). Eitt hjálparfólk, sum nýtir útgerð, sum ikki er loyvd, ella sum sýnir rangan atburð orsakað av nýtslu av elektroniskari ella samskiftisútgerð, verður útvíst.
Elektroniskar skipanir fyri at fylgja við menning
Tá ið elektroniskar skipanir, fyri at fylgja við menning, verða nýttar í dystum, leiktir í almennum kappingum, sum eru fyriskipaðar av FIFA, sersambondunum ella av tjóðarfótbóltssambondunum, skal fyriskiparin av kappingini tryggja, at øll tøkni, sum er fest í útgerð leikaranna, ikki er vandamikil og livir upp til treytirnar fyri EPTS, sum eru í FIFA Quality Programme for EPTS.
Tá ið fyriskiparin av dystinum ella kappingini, veitir elektroniskar skipanir fyri at fylgja við menning, skal fyriskiparin av dystinum ella kappingini, tryggja, at upplýsingar og vitan, sum koma frá́ EPTS til tekniska økið undir dystinum, eru álítandi og neyv.
The FIFA Quality Programme for EPTS stuðlar kappingarfyriskiparum at góðkenna EPTS-skipanir við álítandi og neyvum mannagongdum.
5. Slagorð, yvirlýsingar, myndir og lýsingar
Útgerð skal ikki hava politisk, átrúnaðarlig ella persónlig herróp, boð ella myndir. Leikarar skulu ikki vísa undirklæði, sum vísa politisk, átrúnaðarlig ella persónlig herróp, boð ella myndir, ella aðrar lýsingar enn merkið hjá framleiðaranum. Ein leikari ella eitt lið, sum vísir undirklæði, sum vísa politisk, átrúnaðarlig ella persónlig herróp, boð ella myndir ella aðrar lýsingar enn merkið hjá framleiðaranum verður sektað/ur av kappingarfyriskiparunum ella av FIFA.
Meginreglur
- Grein 4 er galdandi fyri alla útgerð (íroknað klæði), sum verður nýtt av leikarum, eykaleikarum og útskiftum leikarum; meginreglurnar í grein 4 eru eisini galdandi fyri øll hjálparfólk í tekniska økinum.
- Fylgjandi eru (vanligt) loyvd:
- Leikarans navn, nummar, búmerkið hjá liðnum, framtakandi slagorð/merki, sum varpa ljós á fótbóltsspælið, virðing og reinleika. Aftrat hesum eru lýsingar loyvdar, treytað av, at hesar halda reglurnar í kappingini og hjá tjóðar fótbóltssambandinum, sersambandinun ella FIFA
- fakta um dystin: lið, dagfesting, kapping/høvi, stað
- Loyvd slagorð, boð ella myndir eiga at vera framman á blusuni og/ella á armbandi
- Í summum førum kann slagorðið, boðini ella myndin bert vera á armbandi liðskaparans
At tulka greinina
Tá støða skal takast til, um eitt slagorð, eini boð ella ein mynd skal loyvast, eigur grein 12 (Fríspørk og ósømiligur atburður) at havast í huga; í grein 12 stendur, at dómarin skal sekta ein leikara, sum er sekur í:
- at nýta niðurgerandi ella háðandi málburð ella gerðir
- ber seg at á ein hátt, sum kann vera ágangandi, láturligur ella øsandi
Slagorð, boð og myndir, sum koma undir hesa bólking eru ikki loyvd.
Meðan tað er rímuliga lætt at allýsa “átrúnaðarlig” og “persónlig”, er tað kanska ikki eins lætt at allýsa “politisk”, men slagorð, boð og myndir, sum visa til fylgjandi eru ikki loyvd:
- Nakran livandi ella deyðan person (uttan so, at tað er partur av kappingarnavninum)
- Nakran lokalan, økis, ella altjóða politiskan flokk/bólk/felagsskap o.s.fr.
- Nakra lokala, økis ella tjóðar stjórn ella nakrar av hennara deildum, embætum ella ráðum
- Nøkrum bólki, sum ger mismun
- Nøkrum felagsskapi, hvørs ætlan ella gerðir kunnu stoyta eina merkisverda mongd av fólki
- Nakra serstaka politiska handling/hending
Tá ein týdningarmikil tjóðar ella altjóða hending skal minnast/hátíðarhaldast, skal kenslusemi hjá mótstøðuliðnum (íroknað teirra fjepparum) og hjá almenninginum havast í huga.
Kappingarreglur kunnu avmarka/skerja stødd, tal og støðu hjá loyvdum slagorðum, boðum og myndum. Viðmælt verður, at ósemjur, sum standast av slagorðum, boðum og myndum, verða loystar áðrenn kappingar- ella dystarbyrjan.
6. Brot og revsingar
Fyri øll brot á hesa grein nýtist ikki at steðga leiki, og leikarin:
- Fær boð frá dómaranum um at fara av vøllinum og fáa útgerðina í rætt lag
- Fer av vøllin, tá steðgur er í leiki, um útgerðin ikki er fingin í rætt lag áðrenn
Ein leikari, sum fer av vølli fyri at rætta ella skifta útgerð skal:
- Fáa útgerðina kannaða av einum dystarleiðara, áðrenn hann fær loyvi at koma inn aftur
- Bert koma inn aftur við loyvi dómarans (sum kann gevast, meðan leikur fer fram)
Ein leikari, sum kemur inn aftur uttan loyvi dómarans skal ávarast. Um leikur verður steðgaður fyri at ávara leikaran, skal eitt óbeinleiðis fríspark dømast á tí stað, sum bólturin var, tá leikur varð steðgaður. Um leikarin leggur upp í leik, skal beinleiðis fríspark (ella brotsspark) dømast har, sum leikarin legði upp í leik.