Høgri bakkurin á landsliðnum, Jónas Tór Næs hevði ein strævnan dyst í taptinum fyri Portugal, men væntar eisini ein harðan dyst ímóti Andorra

– Ímóti Andorra koma vit nokk at hava bóltin nakað meir enn vanligt, og vit ætla okkum heilt víst at vinna. Men tað krevur hart arbeiði, sigur Jónas Tór Næs við FSF Varpið.

 

Fyrrapartin leygardagin hevði føroyska A-landsliðið seinastu venjingina undan HM-undankappingardystinum ímóti Andorra, sum verður á Tórsvølli sunnudagin klokkan 17:00.

 

Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Jónas Tór Næs, sum væntandi byrjar á vøllinum sunnudagin, og harvið spælir sín landsdyst nummar 52 fyri Føroyar.

 

– Eg havi spælt móti nógvum stórum stjørnum, men tað er kortini ikki nakað eg hugsi um, meðan dysturin er í gongd. Ronaldo var øgiliga góður ímóti okkum, og ta einu ferðina bað hann meg bara fara longur fram, tí teir fóru at vinna dystin alíkavæl, fortelur Jónas Tór Næs.

 

Á middegi leygardagin vóru umleið 270 atgongumerkir eftir til dystin móti Andorra, og tey fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Øll samrøðan við Jónas sæst her