Sámal Erik Hentze hevur sent boð eftir Jónas Warner úr B71, og Óla Eyðsteinsson Poulsen úr KÍ til landsdystin á útivølli móti Serbia komandi fríggjadag

——————

Tvey avboð afturat hava rakt U21-landsliðið, sum í hesum døgum fyrireikar seg til EM-undankappingardyst á útivølli móti Serbia.

Liðskiparin, Stefan Radosavljevic úr HB, og Andreas Thomsen úr B36 eru ikki tøkir hesaferð. Í staðin hevur venjarin, Sámal Erik Hentze úttikið Jónas Warner úr B71, og Óla Eyðsteinsson Poulsen úr KÍ.

Undan dystinum, sum verður á Karadjordje Stadion í Novi Sad fríggjadagin 12. november klokkan 17:00 føroyska tíð, eru Føroyar nummar 4 í bólkinum við 5 stigum, meðan serbar eru á fimta plássi við 4 stigum.

Frakland er fremst við 10 stigum. Hini londini í bólkinum eru Ukraina, Norðurmakedónia og Armenia.

Støðan og leikskráin sæst H E R

Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarki Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Áki Johannesen, B68 Toftir
Andrias Edmundsson, CDA Aguilas (Spania)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Pætur T. Skipanes, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, Middelfart (Danmark)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Magnus Holm Jacobsen, B36 Tórshavn
Ragnar Skála, AB Argir
Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ Klaksvík
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Jóhann Hansson Joensen, EB/Streymur
Aleksandur Ó. Jensen, B68 Toftir
Símun Sólheim, EB/Streymur
Jóhan Renéson Thomsen, TB Tvøroyri
Lukas Giessing, HB Tórshavn
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Jonn Johannesen, KÍ Klaksvík
Jónas Warner, B71 Sandur