FSF Varpið: Tróndur Arge og John Petersen meta um næsta umfar í EFFO-deildini, ið er á skránni komandi vikuskifti
Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Arge og John Petersen um komandi dystir í EFFO-deildini, og hyggja eisini eitt sindur aftur á 1. umfar, sum varð spælt seinasta vikuskifti.
Hoyr millum annað um, hvør John Petersen væntar verður føroyameistari, hvør flytur niður, og hvør verður toppskjútti í fremstu deildini hjá monnum í ár.
Í sendingini síggjast eisini 15 av teimum 16 málunum, ið vórðu skoraði í ársins fyrsta umfari.