Fótbóltssamband Føroya hevur sett John Petersen í starv sum høvuðsvenjara hjá U19-landsliðnum við gentum
Fótbóltssamband Føroya og John Petersen hava gjørt avtalu, ið inniber, at John Petersen verður høvuðsvenjari hjá U19-landsliðnum við gentum í 2013.
John Petersen avloysir sostatt Rúna Nolsøe, sum í fjør, saman við Ingun Hansen, stóð á odda fyri U19-landsliðnum. Ingun Hansen heldur fram sum hjálparvenjari.
U19-landsliðið við gentum skal luttaka í tveimum kappingum í ár.
Í døgunum 8. til 12. mai skulu genturnar til eina fýralandakapping í Litava, og seinnapartin av september mánaða skulu føroysku genturnar til EM-undankapping í Finnlandi.