Gestur í FSF Varpinum hesaferð er John Petersen. Umframt at meta um komandi umfar í EFFO-deildini, verður eisini hugt nærri at A-landsdystunum hjá monnum, sum verða 31. august og 3. september

Hósdagin 31. august og sunnudagin 3. september skal føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin aftur. Fyrst er útidystur ímói Portugal á skránni, og tríggjar dagar seinni vitjar Andorra í Føroyum.

 

Tveir spennandi dystir, men hvør av hesum hevur størri týdning fyri føroyska landsliðið? Hetta, umframt at meta um 18. umfar í EFFO-deildini, sum er á skránni fríggjadagin og leygardagin, verður tosað um í FSF Varpinum hesaferð, har John Petersen er gestur.

 

John Petersen spældi 193 dystir í fremstu deildini hjá monnum og skoraði 147 mál, áðrenn hann í 2009 setti skógvarnar á hylluna. Á landsliðnum gjørdist tað til 57 dystir og seks mál. Hópurin til dystirnar ímóti Portugal og Andorra verður úttikin mánadagin 21. august.