John Petersen, venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, hevur úttikið hópin, sum 8. oktober skal spæla EM-undankappingardyst á heimavølli móti Norra
– Norra hevur nærum altíð havt sterk kvinnulandslið, og hetta, sum vit skulu møta nú, er einki undantak. Tær liggja nummar 12 á styrkislistanum hjá FIFA, so hetta verður ein trupul uppgáva, sigur John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá FSF.
Týsdagin 8. oktober spælir føroyska kvinnulandsliðið triðja dystin í undankappingini til EM 2021. Mótstøðuliðið hesaferð er Norra. Meðan okkara kvinnur hava spælt tveir dystir higartil í kappingini, hevur Norra spælt ein, sum tær vunnu 6-0 ímóti Norðurírlandi.
Á tíðindafundi í FSF-húsinum hósmorgunin setti John Petersen navn á tær 20, sum eru boðsendar til dystin móti Norra. Ein broyting er í hópinum hesaferð, í mun til seinasta, tá kvinnurnar spældu móti Wales og Hvítarusslandi. Út er farin Sanna Svarvadal, og inn er komin Nadja Dam Johannesen.
Hópurin
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)
Anna Súnadóttir Hansen, EBS/Skála
Annika Ragna Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)
Nadja Dam Johannesen, HB
Durita Hummeland, KÍ
Katrina Akursmørk, KÍ
Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Julia Naomi Mortensen, HB
Olga Kristina Hansen, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála
Jónvá Hentze, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Heidi Sevdal, HB
Rebekka Fjalsá Benbakoura, HB
Sarita Maria Mittfoss, B36
EM-undankappingardysturin fyri kvinnur millum Føroyar og Norra verður á Tórsvølli týsdagin 8. oktober klokkan 17:00. Lýst verður, tá atgongumerki verða sett til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Myndir: Hans Erik Danielsen