FSF Varpið hevur aftur verið á ferð, og hesaferð hava vit verið í Leirvík og vitjað borgarstjóran í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen. Og borgarstjórin er spentur til seinasta umfar í EFFO-deildini, ið er á skránni leygardagin klokkan 14:00.

 

Ongantíð áður hevur Víkingur verið so nær FM, men sambært Jóhan Christiansen er framvegis ein stór uppgáva eftir á Argjum. Seinasti Víkinga-sigur á útivølli ímóti AB var í 2009.