Gestur í FSF Varpinum hesaferð er nýggi venjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Jógvan Martin Olsen. Í sendingini verður tosað um avbjóðingarnar hjá U19-liðnum, og so verður sjálvandi eisini mett um komandi umfar í EFFO-deildini

Leygardagin 20. mai klokkan trý verður 9. umfar í EFFO-deildini sjósett, tá NSÍ og ÍF bresta saman við Løkin í Runavík. Hinir fýra dystirnir verða allir spældir sunnudagin, og eisini tá verður lagt fyri klokkan trý.

 

Gestur í FSF Varpinum hesaferð, og at meta um komandi umfar í EFFO-deildini, er Jógvan Martin Olsen, ið er ein av fótbóltsmennarunum hjá FSF, og sum nú stendur á odda fyri U19-landsliðnum við dreingjum.

 

Í sendingini verður tosað um tær avbjóðingar, ið standa fyri framman sum U19-landsliðsvenjari, tí umframt landsliðsvenjingar, hava spælararnir eisini nógvar dystir og venjingar í feløgunum. Harafturat hevur Jógvan Martin eisini sítt boð upp á, hvørji lið fara at mynda oddin í fremstu deildini hjá monnum í oktober mánaða í ár.​