Í komandi EM-undankapping vil Jóannes Jakobsen sleppa í bólk við fimm øðrum londum. Úr styrkisbólki 1 ynskir hjálparvenjarin at møta Kroatia, sum gjørdist nummar 2 til HM í summar
– Reglurnar gera, at tað er torført at fáa júst tann bólk, ið ein veruliga ynskir. Tí blívur mín ynskibólkur: Kroatia, Ísland, Ísrael, Georgia, Føroyar og San Marino. Í hesum bólkinum kunnu vit heilt sikkurt vinna nøkur stig, sigur Jóannes Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.
Komandi sunnudag verður lutakast um, hvussu spælast skal í undankappingini til EM í 2020. Undan lutakastinum er avgjørt, at tey fýra londini, Holland, Sveis, Portugal og Ongland, ið vunnu sínar bólkar í League A í Nations League, fara í bólkar við fimm londum. Ein bólkur afturat verður við fimm londum, meðan hinir fimm bólkarnir fara at telja seks lond.
Harafturat er eisini avgjørt frammanundan, at Armenia kann ikki koma í bólk saman við Aserbadjan. Gibraltar og Spania kunnu ikki koma í sama bólk. Tað sama er galdandi fyri Ukraina og Russland, og Kosovo kann ikki verða í bólki saman við hvørki Bosnia-Hersigovina ella Serbia.
UEFA tekur eisini hædd fyri, at ikki meir enn tvey lond, ið hava avbjóðingar við at avgreiða dystir í mars og november mánað, kunnu vera í sama bólki. Talan er um Hvítarussland, Estland, Føroyar, Finnland, Ísland, Lettlandi, Litava, Noreg, Russland og Ukraina.
Lutakastið verður sunnudagin 2. desember klokkan 11:00.