FSF Varpið: Tróndur Arge og Jóannes Jakobsen meta um seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, sum verða spældar mikudagin 15. juni
Mikudagin 15. juni eru seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Í Runavík hittast NSÍ og KÍ klokkan 18:30, og klokkan 19:00 verður dysturin ímillum Víking og Skála sparkaður í gongd í Sarpugerði í Norðragøtu.

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Jóannes Jakobsen, og saman við Tróndi Arge verður mett um seinnu hálvfinalurnar, og sambært Jóannesi, so verða tað KÍ og Víkingur, ið spæla seg í finaluna.

Í fyrri dystinum millum KÍ og NSÍ endaði við tryggum 4-1 sigri til heimaliðið, meðan fyrri dysturin millum Skála og Víking endaði við teprum 1-0 sigri til útiliðið.

Seinnu hálvfinalurnar verða spældar soleiðis:
Kl. 18:30: NSÍ – KÍ við Løkin í Runavík
Kl. 19:00: Víkingur – Skála í Sarpugerði í Norðragøtu

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 27. august, klokkan 19:45.