Nú er greitt, at Jóannes Jakobsen heldur fram sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum. Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður, ið er galdandi næstu tvey árini

– Nakrar spennandi avbjóðingar standa fyri framman. Nations Laague fer í gongd í heyst, og vanliga undankappingin, sum vit kenna hana, verður í 2019. Og so leingi spælararnir síggja møguleikan, og fara eftir møguleikanum, so er alt møguligt, og tað ynski eg framhaldandi at verða partur av, sigur Jóannes Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fyrr í vikuni undirskrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Jóannes Jakobsen nýggjan sáttmála, ið inniber, at Jóannes heldur fram sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum. Nýggi sáttmálin er galdandi fyri næstu tvey árini.

 

Føroyska landsliðið hevur staðið seg avbera væl seinastu árini, og hetta kemur tíðiliga til sjóndar á styrkislistanum hjá FIFA, har Føroyar í løtuni eru nummar 95, av teimum 206 londunum, sum er limir í altjóða fótbóltssamgonguni.

 

Føroyska liðið hevur kortini verið hægri á listanum. Metið varð sett í 2016, tá Føroyar eitt tíðarskeið vóru nummar 74 í heiminum.

 

– Fyrst og fremst skulu vit halda fast í tí framgongd, ið hevur verið, og samstundis verða íblástur til víðari menning. Vit hava gamaní yvirraska í teimum flestu stóru dystunum, men eg trúgvi framvegis, at tað ber til at trýsta eitt sindur meir úr okkara spælarum.

 

– Stevið millum hópin og Lars Olsen, og øll tey, ið standa rundan um liðið, er sera gott, so eg gleði meg til í minsta lagi tvey ár afturat við landsliðnum, sigur Jóannes jakobsen, sum frá 1989 til 1993 spældi 25 landsdystir fyri Føroyar.

 

Lutakastið til bólkaspælið í Nations League verður í januar komandi ár, og síðani verða dystirnir spældir í september, oktober og november. Aftaná Nations League verður lutakast um, hvussu spælast skal í undankappingini til EM 2020. Allir dystirnir í EM-undankappingini verða spældir í 2019.