Heri Hjalt Mohr úr HB hevur givið avboð til komandi A-landsdystir. Í hansara stað hevur venjarin úttikið Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ

——————

Enn eitt avboð er komið til A-landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða á Tórsvølli ávíkavist leygardagin 9. oktober og týsdagin 12. oktober.

Mikudagin boðaði Andreas Lava Olsen úr Víkingi frá, at hann ikki var tøkur til komandi dystir. Í hansara stað úttók landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, John Frederiksen, ið dagliga spælir fyri SKU Amstetten í Eysturríki.

Síðan varð Daniel Johansen úr HB noyddur at geva avboð vegna skaða, og fyri hann blivu boð send eftir Hannesi Agnarsson úr B36.

Og nú hevur ein HB’ari afturat, Heri Hjalt Mohr boða frá, at eisini hann er darvaður av skaða, og at hann tískil ikki sær seg føran fyri at spæla landsdyst í næstum. Í hansara stað hevur Håkan Ericson sent boð eftir høgra bakkinum úr KÍ, Jóannesi Kalsø Danielsen.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Odmar Færø, KÍ
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Heini Vatnsdal, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Hørður Askham, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
Hallur Hansson
Rene Shaki Joensen, HB
Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
John Frederiksen, SKU Amstetten (Eysturríki)

Leygardagin 9. oktober spæla Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 12. oktober koma skotar á vitjan. Báðar dagar er avspark klokkan 19:45.

Atgongumerki til dystirnar fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.