Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Jóannes Jakobsen, og hann heldur, at framvegis er einki avgjørt í toppinum í EFFO-deildini

Sunnudagin klokkan 15:00 verður 26. og næstseinasta umfar í EFFO-deildini spælt.

Toppdysturin verður í Sarpugerði í Norðragøtu, har oddaliðið, Víkingur tekur ímóti B36.

Gesturin í FSF Varpinum hesaferð er hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen, og hann væntar ikki, at avgerðin um, hvør vinnur FM, fellir í hesum umfarinum.