Tá U21-venjararnir kunngjørdu teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til dystin móti Póllandi, var eitt spildurnýtt navn í landsliðshøpi at síggja: Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ

– At koma á føroyska landsliðið, hevur verið ein dreymur, líka síðani eg var lítil smádrongur. So tá eg sá, at eg var úttikin, gjørdist eg ótrúliga glaður, og tað føldist sum ein dreymur var náddur. Men eg ætli mær ikki at steðga her, sigur nýkosni landsliðsspælarin, Jóannes Kalsø Danielsen.

 

Tá kappingin í EFFO-deildini og í 1. deild hjá monnum endaði 21. oktober, varð beinanvegin fari undir fyrireikingarnar til U21-landsdystin móti Póllandi. Í fyrstu atløgu var ein bruttohópur við 26 spælarum úttikin, sum síðani bleiv minkaður niður í 20.

 

Og millum teirra, sum vóru í endaliga hópinum hjá U21-venjaranum, Eli Hentze og Hegga Samuelsen, var Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ. Klaksvíkingum hevur áður luttikið í úttøkuvenjingum, men hetta er fyrstu ferð, at hann er úttikin til endaliga hópin, ið skal fyrireika seg til ein veruligan landsdyst.

 

– Hetta er sjálvandi nakað serligt, og eg gleði meg nógv til dystin. Tað er eisini stuttligt at vera partur av hópinum, og eg føli meg væl móttiknan, sigur ungi miðvallarin úr KÍ við heimasíðuna FSF.

 

Spurdur, um hann roknar við spælatíð móti Póllandi, er KÍ’arin eymjúkur: – Eg ætli mær sjálvandi at gera tað so gott sum tilber til venjing. So má tað verða upp til venjararnar, um teir vilja brúka meg. Men her eru also nógvir góðir spælarar at kappast ímóti, sigur Jóannes Kalsø Danielsen.

 

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Pólland verður á Tórsvølli fríggjadagin 10. november klokkan 16:45. Ókeypis atgongd er til dystin.