Jóannes Jakobsen er gestur í FSF Varpinum hesaferð, og umframt at taka samanum fyrru hálvu av Betri Deildini hjá monnum, verður sjóneykan eisini vend ímóti evropeisku dystunum, sum føroysku liðini skulu spæla í næstum
Hósdagin verða fyrstu evropeisku dystirnir hjá føroysku liðunum á skránni. B36 hevur heimavøll móti St. Joseph’s av Gibraltar, meðan KÍ spælir fyrra dystin á útivølli móti maltesiska Birkirkara. Returdystirnir verða spældir 5. juli.
Týsdagin 10. juli fer Víkingur á evropeiska vøllin. Fyrri dysturin verður á Svangaskarði, meðan útidysturin móti HJK Helsinki verður spældur í Finnlandi eina viku seinni. Fjórða føroyska liðið er NSÍ, og teir skulu royna seg ímóti skotska Hibernian. Runavíkingar leggja fyri á útivølli 12. juli, og spæla síðani á heimavølli hósdagin 19. juli.
Men hvørji eru útlitini hjá føroysku liðunum at spæla seg víðari? Jóannes Jakobsen vitjar í FSF Varpinum hesaferð, og hann væntar, at B36 hevur góðan møguleika at spæla seg víðari, samstundis sum uppgávan hjá hinum liðunum er sera stór, men tó ikki ómøgulig. Í sendingini verður eisini tikið samanum fyrru hálvu av Betri Deildini hjá monnum.