Landsliðið hevur havt seinastu venjingina áðrenn dystin móti svium, sum verður á Friends Arena í Stokkhólmi mánakvøldið. Undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen
Sáttmálin við Lars Olsen gongur út á nýggjárinum, og Atli Gregersen hevur boðað frá, at hann gevst á landsliðnum. Sostatt skal sigast farvæl við landsliðsvenjaran seinastu átta árini, og liðskiparan seinastu trý árini.
Men tað er eisini møguleiki fyri, at dysturin móti Svøríki mánakvøldið á Friends Arena í Stokkhólmi, verður síðsti dysturin hjá Jóannesi Jakobsen sum hjálparvenjara hjá føroyska A-landsliðnum.
Undir seinastu venjingini, áðrenn dystin móti svium, fekk FSF Varpið orðið á Jóannes. Fyri hann er tað av stórum týdningi, at avrikið hesaferð er í lagi, áðrenn tosað verður um úrslit.