Toftamaðurin er tøkur til landsdystirnar móti Turkalandi, Litava, og báðar ímóti Luksemborg, sum eru á skránni næstu dagarnar

——————

Fyrireikingarnar til fyrstu dystirnar í UEFA Nations League kappingini 2022/2023 eru av álvara farnar í gongd. Fyrstu dagarnar heldur hópurin til á Gloria Sports Arena í Antalya, har umstøðurnar eru framúr goðar, og seinnapartin hósdagin verður fari til Istanbul, har dysturin verður spældur leygardagin klokkan 19:45, føroyska tíð, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Turkalandi.

Síðan eru tveir heimadystir á skránni. Týsdagin 7. juni móti Luksemborg, og leygardagin 11. juni koma litavar á vitjan á Tórsvølli. Fjórði dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 14. juni – á útivølli móti Luksemborg.

Í fyrstu atløgu vórðu 23 spælarar boðsendir til komandi landsliðsuppgávur, men samstundis bleiv boðað frá, at áðrenn fráferð fór ein spælari afturat at vera úttikin. Og valið fall á Jóan Símun Edmundsson úr Waasland-Beveren í Belgia.

– Vit hava fylgt væl við gongdini hjá Jóani Símun hesar seinastu mánaðarnar, og eg ivist ikki í, at hann hevur nógv at geva føroyska landsliðnum. Ein skaði í rygginum argaði fyrr í ár, men tí er tamarhald á, so vit eru glaðir fyri at hava hann við aftur, sigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.

Atgongumerki til heimadystirnar móti Luksemborg og Litava fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Í løtuni eru umleið 1.600 atgongumerki seld.

Myndir: Hans Erik Danielsen