Hvør var var besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í mars og apríl mánað? Tær tilvendu eru Jensa Tórolvsdóttir, Julia Naomi Mortensen og Tórunn Højgaard Joensen. Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini
——————
Eftir fimm umfør í MeistaraDeildini hjá kvinnum liggja KÍ og HB stavn um stavn við 13 stigum í part. Síðani koma Víkingur og NSÍ við níggju stigum hvør.
Í toppdystinum um vikuskiftið, sum varð spældur í Gundadali, gjørdist úrslitið javnleikur 2-2 millum HB og KÍ. Í hinum dystunum vann Víkingur 3-0 á 07 Vestur, og undir Mýruhjalla á Skála vann heimaliðið 3-0 á B36.
Tað eru eisini tey trý ovastu liðini á stigatalvuni, sum eiga tær tríggjar, ið eru tilnevndar sum besti spælari í mars og apríl mánað. Talan er um Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ, Juliu Naomi Mortensen úr HB, og Jensu Tórolvsdóttir úr Víkingi.
Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og atkvøðast kann til fríggjakvøldið á midnátt.
Stigatalva og leikskrá: MeistaraDeildin kvinnur




