Atli Gregersen skeyt sítt fyrsta landsliðsmál fyri Føroyar, tá A-landsliðið hóskvøldið spældi javnleik 1-1 í venjingardysti ímóti Lettlandi

Hóskvøldið varð fyrri dysturin av tveimum á venjingarleguna hjá føroyska A-landsliðnum við monnum spældur á Marbella Football Center í suðurspania. Mótstøðuliðið var Lettland, og úrslitið gjørdist javnleikur 1-1, eftir 1-0 leiðslu til Føroyar í steðginum.

 

Føroyska liðið legði trýst á Lettland fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki, og eftir fleiri góðar atsóknir eydnaðist tað liðskiparanum Atla Gregersen at skjóta sítt fyrsta landsliðsmál, tá hann legði Føroyar á odda eftir knappan hálvan tíma.

 

Hetta var landsdystur nummar 42 hjá føroyska miðverjanum, og hóast hann er glaður um at hava skorað fyri Føroyar, so kundi hann heldur ynskt sær at verið matchvinnari.

 

– Eg eri glaður fyri at kunna sletta nullið útfyri landsliðsmál, men í grundini kann eg ikki brúka tað til so ræðuliga nógv, sigur liðskiparin. Hann leggur tó afturat, at málið er eitt deiligt bonus.

 

Føroyska leiðslan var í tráð við leikgongdina í fyrra hálvleiki, og hon helt sær eisini væl inn í seinna hálvleik, hóast lettiska mótstøðuliðið í løtum megnaði at órógva føroyska spælið og harafturat lá framvið føroyska málinum í ávísum førum.

 

Útjavnandi málið kom eftir 70 minuttir, tá innskifti Vladislavs Fjodoovs slapp framvið føroysku verjuni og javnaði til 1-1.

 

Bæði liðini høvdu einstakar møguleikar seinastu løtuna av dystinum, men fleiri mál komu ikki, og sostatt endaði dysturin við javnleiki.

 

Venjingarlegan og báðir dystirnir í Marbella eru partur av fyrireikingunum til komandi UEFA Nations League kappingina, og í fyrra dystinum fingu fleiri spælarar sínar fyrstu minuttir á vøllinum fyri Føroyar.

 

Trygvi Askham spældi seinna hálvleik í málinum, og móti endanum á dystinum varð eisini Gunnar Vatnhamar skiftur inn, og harvið fingu tveir leikarar landsliðsdebut í kvøld.

 

Seinni dysturin á venjingarleguni hjá landsliðnum er ímóti Liktinstein. Hann verður spældur sunnudagin kl. 17:00 og verður stroymdur á heimasíðuni, www.fsf.fo.

 

 

 

 

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen