Tað endaði við javnleiki 1-1, tá Føroyar og Lettlandi spældu UEFA Nations League dyst á Tórsvølli leygardagin. Føroyskur málskjútti var Odmar Færø

——————

Eftir trý umfør eru Føroyar fremst í bólki D1 í UEFA Nations League. Leygardagin var Lettland á vitjan á Tórsvølli, og úrslitið av dystinum gjørdist javnleikur 1-1, sum eisini var støðan í steðginum.

Lettar komu á odda tá 25 minuttir vóru spældir, men tað gingu bara tríggir minuttir, so stóð aftur á jøvnum. Jóannes Bjartalíð legði horna væl inn fyri úr høgru, inni í brotsteiginum setti Odmar Færø høvdið á bóltin, og stór frøi á teimum 500 áskoðarunum á Tórsvølli.

Restina av tíðina gekk javnt á, og fleiri mál komu ikki. Føroyska liðið hevði annars bóltin í lettiska málinum ta einu ferðina, men linjuverjin veittraði fyri rangstøðu. Sjónvarpsmyndirnar vístu tó nakað annað, men soleiðis er viðhvørt, og sum heild vóru føroysku venjararnir og spælararnir hampuliga væl nøgdir við javnleikin.

Leygarkvøldið møttust Andorra og Malta, sum eru hini bæði liðini í bólkinum, og har endaði við málleysum javnleiki. Føroyar hava nú 7 stig, Lettland 3, meðan Malta og Andorra hava 2 stig í part.

Týsdagin í komandi viku skal A-landsliðið á vøllin aftur, tá Andorra kemur á vitjan í Føroyum. Tann dysturin byrjar klokkan 19:45.