Myndir // Stefan Radosavljevic gjørdi bæði málini, tá føroyska U21-landsliðið hósdagin spældi javnleik 2-2 móti íslendska U19-landsliðnum í venjingardysti á Svangaskarði

——————

– Hetta var ein sera góður venjingardystur, áðrenn EM-undankappingardystin móti Armenia týsdagin. Nógv av okkara spæli var gott, meðan okkurt var minni gott, men eg haldi at vit sum heild fingu nógv burturúr, og tað er nógv, ið vit kunnu taka við okkum til komandi dyst, sigur venjarin hjá U21-landsliðnum, Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Tað endaði við javnleiki 2-2 á Svangaskarði á Toftum, tá føroyska U21-landsliðið seinnapartin hósdagin tók ímóti íslendska U19-landsliðnum.

Gestirnir komu á odda beint fyri steðgin, men tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Stefan Radosavljevic, og tá stórur tími var spældur legði Stefan Føroyar framum 2-1. Føroyska leiðslan helt sær til góðar seks minuttir fyri leiklok, tá íslendarar javnaðu til endaliga úrslitið 2-2.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Armenia verður á Svangaskarði týsdagin 8. juni klokkan 17:30. Eingir áskoðarar sleppa til dystin, sum verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Myndir: Bjarni Enghamar