Ári Mohr Jónsson verður ikki tøkur til U21-landsdystin ímóti Finnlandi. Í staðin hevur Bill Mc.Leod Jacobsen sent boð eftir Jákupi Vatnhamar Olsen úr Víkingi
Hósdagin um eina viku skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá EM-undankappingardystur ímóti Finnlandi er á skránni á Tórsvølli.

Til dystin hava U21-landsliðsvenjararnir, Bill Mc.Leod Jacobsen, og hjálparvenjarin, Eli Hentze, úttikið 20 spælarar, og teirra millum var Ári Mohr Jónsson úr HB. Men nú er greitt, at Ári kortini ikki verður við ímóti finnum. Mett verður, at skaðin, ið ungi HB’arin hevur drigist við í eina tíð, er so mikið álvarsamur, at hann ikki far spælt ímóti Finnlandi.

Í staðin hava venjararnir úttikið vinstra bakkin í Víkingi, Jákup Vatnhamar Olsen.

EM U21-undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli hósdagin 2. juni, klokkan 18:00. Ókeypis atgongd er til dystin.