Aftur í ár fór ítróttarritstjórin á Norðlýsinum, Jákup Ósá avstað við sigrinum í sambandi við Serfrøðingarnar á heimasíðuni hjá FSF. Men áðrenn kappingina væntaði vinnarin, at HB fór at blíva føroyameistari, meðan B36 fór at gerast nummar 2
Leygardagin 3. oktober vórðu seinastu bóltarnir í føroysku landskappingini sparkaðir, og samstundis varð endaliga greitt, at B36 hevði endurvunnið meistaraheiti í fremstu deildini hjá monnum.

Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur eisini verið skipað fyri kapping millum tríggjar fótbóltsserfrøðingar, ið allir, á hvør sín hátt, hava sett dám á fótbóltsárið 2015.

Jákup Ósá, Leivur Frederiksen og Tróndur Arge hava triðja hvørt umfar tippað dystirnar í EFFO-deildini, og eins og í fjør, so var tað Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, ið fór avstað við endaliga sigrinum.

Tá avtornaði bleiv tað eisini ein greiður sigur til klaksvíkingin, ið fekk tilsamans 77 av 135 møguligum stigum, meðan Tróndur Arge og Leivur Frederiksen fingu ávikavist 69 og 68 stig.

At sjálvt serfrøðingarnir á heimasíðuni hjá FSF kunnu fara skeivir, sigur rættuliga nógv um, hvussu torført tað er at meta um fótbólt.

Áðrenn kappingin 2015 fór í gongd, skuldu Jákup Ósá, Leivur Frederiksen og Tróndur Arge meta um, hvussu endaliga stigatalvan fór at síggja út, tá seinastu dystirnir í EFFO-deildini vóru spældir.

Men sjálvt teir bestu kunnu taka feil. Jákup Ósá og Leivur Frederiksen væntaðu at B36 fór at blíva nummar 2, meðan Tróndur Arge tippaði føroyameistararnar at gerast nummar 3 í EFFO-deildini 2015.