Jákup B. Andreasen væntar ikki, at føroyska avrikið til dystin fríggjadagin móti Finnlandi verður nervað av, at fleiri stuðulsspælarar ikki eru tøkir

Jákup Biskopstø Andreasen, sum fyrr í vikuni longdi sáttmálan við barndómsfelagið í Klaksvík gleðir seg at sleppa aftur á vøllin í hvítu landsliðstroyggjuni, tá Finnland kemur á vitjan á Svangaskarði fríggjadagin.

 – Eg eri sera spentur til dystin móti finnum. Vit hava fingið nøkur fín úrslit í undankappingini higartil, og vit síggja fram til at fara í eldin aftur fríggjadagin, sigur miðvallarin, ið hóast sín unga aldur hevur verið ein av stuðulsspælarunum hjá KÍ í fleiri ár.

Tað verður eitt heldur skert føroyskt lið, sum skal á vøllin fríggjadagin. Fimm av drúgvastu spælarunum gjøgnum hesa undankappingina eru ikki við í hópinum hesaferð.

Erlendur Magnusson, Teit Jacobsen, Hákun Edmundsson og Bjarni Petersen sita allir uttanfyri við skaða, meðan føroyski toppskjúttin í undankappingini, Meinhard Egilsson Olsen, er leikbannaður. Hetta eigur kortini ikki at nerva føroyska avrikið stórvegis, heldur Jákup.

 – Sjálvandi sakna vit nakrar spælarar, men vit hava góða breidd í hópinum, og vit hava eina góða samanseting av spælarum. Tí kemur hetta ikki at ávirka okkum tað stóra, sigur Jákup við heimasíðuna hjá FSF.

Jákup dámar væl at savnast við landsliðsliðfeløgunum, sum annars til dagligt eru í harðari kapping í oddastríðnum í Betri Deildini.

 – Vit fara frá at vera kappingarneytar til at vera liðfelagar, men tað er ikki ringt at venja seg við. Vit hava øgiliga gott samanhald á liðnum, vit kennast væl og fleiri av okkum hava spælt saman á ungdómslandsliðum allan vegin upp gjøgnum aldursbólkarnar. So tað er eingin trupulleiki, sigur Jákup Biskopstø Andreasen at enda.

 

Liðið til dystin móti finnum er sett, og teir fyrstu ellivu, ið byrja fyri Føroyar, eru hesir: Karstin Hansen, Ari Olsen, Ólavur Niclasen, Jóannes K. Danielsen, Bartal Wardum, Jákup B. Andreasen, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð, Jákup L. Thomsen, Benjamin Heinesen og Betuel Hansen (liðskipari).

Dysturin móti Finnlandi verður spældur á Svangaskarði, fríggjadagin klokkan 17.00. Ókeypis atgongd er til dystin.