Føroyska kvinnulandsliðið tapti eisini næsta dystin í HM-undankappingini. Hesaferð var tað Ísland, sum á Laugardalsvøllinum í Reykjavík vann 8-0 á Føroyum

– Kenslan aftaná dystin er eitt sindur blandað. Eg helt at avrikið var munandi betri enn ímóti Kekkia. Tí er tað spell, at úrslitið sær so ljótt út, og eg eri ógvuliga keddur vegna spælararnar, tí tær hava betri uppiborið enn úrslitið bendir á, sigur Pætur Clementsen, venjari.

 

A-landsliðið við kvinnum tapti eisini næsta dystin í undankappingini til HM 2019. Hesaferð var tað Ísland, ið sendi føroysku kvinnunar av vøllinum við tapi. Úrslitið á Laugardalsvøllinum í Reykjavík gjørdist 8-0 til Ísland, sum var á odda við fýra málum í steðginum.

 

– Eg vænti, at tá skuffilsi hevur lagt seg, so verður kenslan hjá okkum øllum betri, enn hvat hon var aftaná Kekkia-dystin. Hetta eru tungar tíðir, men eg vóni at almenningurin og øll rundan um føroyskan fótbólt framhaldandi geva okkara kvinnum teirra fulla stuðul, tí tað hava tær uppiborið, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Næsta uppgáva hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður um ein góðan mánað, týsdagin 24. oktober, tá Týskland eru vertir.