Í døgunum 24. og 25. august skipar FSF fyri impulsskeiði fyri venjarar við A-prógvi. Instruktørur á skeiðnum verður íslendski A-landsliðsvenjarin, Heimir Hallgrimsson
Mikudagin og hósdagin, 24. og 25. august fær venjaraútbúgvingin hjá Fótbóltssambandi Føroya forkunnuga vitjan, tá íslendski A-landsliðsvenjarin, Heimir Hallgrimsson – og møguliga Lars Lagerbeck eisini – kemur at hava skeið í Føroyum.
A-venjaraútbúgvingin fer í august undir tann partin av útbúgvingini, ið millum annað snýr seg um ”Taktiska venjing”, ”Dystin” og ”Rák (trends) í fótbólti”, har Heimir Hallgrimsson verður gesta instruktørur. Í hesum sambandi verður so eisini møguleiki at skipa fyri impusskeiði fyri venjarum, ið frammanundan hava A-prógv.
Skeiðið verður mikudagin 24. august klokkan 18 til 21 og hósdagin 25. august klokkan 9 til 18. Impulsskeiðið við Heimir Hallgrimsson telur sum 10 impulstímar.
Innbjóðing við neyvari innihaldi verður send venjarum við A-prógvi um mánaðarskifti juli-august.