Fríggjadagin spælir A-landsliðið við monnum venjingardyst ímóti Íslandi. Talan er samstundis um fyrsta venjingardyst á heimavølli í 17 ár, og tann fjúrtandi altjóða A-landsdystin móti íslendingum
——————
Í ár eru 17 ár liðin, síðan føroyska A-landsliðið við monnum seinast spældi venjingardyst á heimavølli. Fleiri royndir eru annars gjørdar, fyri at fáa onkran venjingardyst í Føroyum farnu árini, men ongantíð hevur borið til.
Hinvegin, so hevur A-landsliðið spælt 18 altjóða skrásettar venjingardystir síðan tann 18. august í 2004, tá Føroyar vunnu 3-2 á Svangaskarði ímóti Malta. 14 av dystunum hava verið á útivølli, meðan fýra eru spældir á uttanveltaðum vølli – tríggir í Spania (tveir móti Liktinstein og ein móti Lettlandi) og ein í Týsklandi (móti Kosovo).
Men komandi fríggjadag eru vit umsíðir aftur vertir fyri einum venjingardysti hjá A-landsliðnum, tá okkara grannar fyri norðan koma á vitjan á Tórsvølli.
Ísland er eisini tað landsliðið, ið Føroyar hava spælt flestar A-landsdystir ímóti, síðan Føroyar fingu limaskap í UEFA í 1988.
Av teimum 13 altjóða A-landsdystunum millum Føroyar og Ísland, ið higartil eru spældir – og her er talan um venjingardystir og EM-undankappingardystir frá 1988 til 2013 – hava íslendarar vunnið 12, meðan Føroyar hava vunnið ein dyst.
Føroyski sigurin kom í hús tann 22. mars í 2009, tá Føroyar vunnu 2-1 í Kórinn-høllini í Kópavági. Fróði Benjaminsen skoraði til 1-0 tá 20 minuttir vóru spældir, og stutt fyri hálvleiki gjørdu íslendarar sjálvmál. Ísland minkaði um munin stutt fyri leiklok, men nærri komu heimamenninir ikki, og so var fyrsti føroyski sigur á Íslandi veruleiki.
Fyrireikingarnar til komandi landsdyst móti Íslandi byrjaðu av álvara seinnapartin mánadagin, tá føroyska liðið hevði sína fyrstu venjing á Tórsvølli. Síðan hava fýra venjingar verið á skránni hesa vikuna, og sum heild eru okkara spælarar væl fyri og klárir til dystin.
Landsdysturin millum Føroyar og Ísland verður á Tórsvølli fríggjadagin 4. juni, og mánadagin 7. juni spæla Føroyar og Liktinstein. Tíverri hava áskoðarar onga atgongd til hvørgan av dystunum, ið báðir byrja klokkan 19:45.
Venjingardystirnir farnu 17 árini hava verið spældir í Póllandi, Íslandi, Estlandi, Portugal, Luksemborg, Skotlandi, Gibraltar, Spania, Týsklandi, Danmark, Litava og á Malta.