Føroyska U16-landsliðið hjá dreingjum spælir fyrrapartin í dag sín triðja og síðsta dyst í UEFA-menningarkappingini, sum Fótbóltssamband Føroya er vertur fyri
Mótstøðuliðið í dag er Ísland, sum higartil hevur vunnið sínar dystir í hesum bólkinum. Leygardagin vann Ísland 2-1 á Wales, og sunnudagin vann Ísland 3-2 á Norðurírlandi.
Føroyar hava spælt 0-0 javnleik móti Norðurírlandi, sum Føroyar síðani vunnu við brotssparkskapping, og tapt 0-2 fyri Wales.
Hóast Ísland hevur vunnið báðar sínar dystir, hevur Áki Johansen, sum er annar av landsliðsvenjarunum vónir fyri einum góðum føroyskum úrslitið.
– Tað er eingin ivi um, at vit í dag møta tí besta liðnum í hesari kappingini, men vit hava higartil víst gott spæl og góðan hugburð. Skulu Føroyar fáa eitt gott úrslit í dag, so mugu vit halda fram við góða hugburðinum, sigur Áki Johansen við fsf.fo
Føroyska liðið spælir í eini 4-5-1 skipan í dag, og hesir byrja inni.
Bárður á Reynatrøð – málverji
Mikal á Reynatrøð – miðverji
Knút Magnussen – miðverji
Petur í Túni – vinstri bakkur
Sjúrður Pauli Nielsen – høgri bakkur
Magnus Holm Jacobsen – sentralur miðvallari
Arnbjørn Svensson – sentralur miðvallari
Mourits Heini Mortensen – álopssinnaður miðvallari
Hugin Samuelsen – høgri miðvallari
Gilli Samuelsen – vinstri miðvallari
Hannes Agnarsson – Áleypari
Dysturin millum Føroyar og Ísland byrjar klokkan 10.00, og hann verður at síggja á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, fsf.fo, sum fer at stroyma dystin.