FSF hevur sett Ingun Hansen í starv sum hjálparvenjara hjá A-landsliðnum við kvinnum
Fótbóltssamband Føroya og Ingun Hansen hava gjørt avtalu, ið inniber, at strandakvinnan verður hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, tá føroysku kvinnurnar í døgunum 4. til 9. apríl fara til Litava at lutaka í HM-undankappingini.
Umframt Litava, eru Montenegro og Georgia eisini í bólki saman við Føroyum.
Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA, vóru Føroyar á 72. plássi, sjey pláss frammanfyri Litava, meðan Montenegro og Georgia eru á einum deildum 131. plássi á FIFA-listanum.
Tvey lið fara víðari úr bólkinum, ið síðani aftur skulu lutaka í eini undankapping, sum verður skipað eftir sama leisti sum við A-landsliðnum við monnum.
HM-endaspælið fyri kvinnur verður í Kanada í 2015.