Fríggjadagin 27. apríl skipar FSF fyri impulsskeið við Glenn Riddersholm, sum millum annað hevur verið venjari hjá donskum ungdómslandsliðum, og verið høvuðsvenjari hjá FC Midtjyllandi og AGF

– Tað er altíð spennandi og mennandi at fáa venjarar á vitjan, ið hava drúgvar royndir á hægsta stigi. Evnið, “Yvirgongdin frá ungdómi til vaksin”, hevur nógv verið kjakast um, og er tað serliga viðkomandi nú, í samband við U21-deildina, sum var úrslit av kjakinum seinastu tíðina.

 

– Tað verður tí áhugavert at hoyra sjónarmiðini frá einum, ið hevur roynt nærum alt innan ungdómsvenjing, umframt at hava verið høvuðsvenjari hjá Superligafeløgum. So vónandi verður undirtøkan góð, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fríggjadagin 27. apríl skipar Fótbóltssamband Føroya fyri impulsskeið við Glenn Riddersholm. Skeiðið byrjar klokkan 9, og endar umleið klokkan fimm seinnapartin. Evnið, ið verður viðgjørt á impulsskeiðnum er “Yvirgongdin frá ungdómi til vaksin”. Skeiðið verður í gamla FSF-húsinum, og telur 7 impulstímar fyri venjarar við UEFA A- og B-prógvi.

 

Á skránni verða ástøðiligir fyrilestrar og venjingar á Tórsvølli. Her verður komið inn á tær avbjóðingar, ið hendan yvirgongdin hevur við sær, og hvussu vit skilabest menna spælarar og gera teir klárar til fótbólt í vaksnu deildunum.

 

Glenn Riddersholm er dani, er 45 ára gamal, hevur UEFA PRO venjaraútbúgving, og hevur seinastu 30 árini arbeitt sum fótbóltsvenjari í Danmark. Hann hevur verið knýttur at fleiri av ungdónslandsliðunum hjá DBU, og hevur eisini verið høvuðsvenjari hjá FC Midtjyllandi og AGF.

 

Í 2015 stóð Glenn Riddersholm á odda fyri Superligaliðnum hjá FCM, sum hetta árið vann danska meistaraheitið. Sostatt er talan um ein mann við drúgvum royndum á hægsta stigi, umframt at Glenn ikki dylur sín áhuga fyri menning av ungum spælarum, og at menna hesar til at blíva vaksnar elituspælarar.

 

Upptøkutreytir

Impulsskeiðið við Glenn Riddersholm er ætlað venjarum við UEFA A- og B-prógvi.

 

Luttøkugjald

Kostnaðurin fyri at luttaka er 800 krónur.

 

Tilmelding

Áhugaði kunnu boðað frá luttøku í Nethandilnum á heimasíðuni hjá FSF, ella við at venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Freistin at melda til er mánadagin 16. apríl 2018.

 

Meira fæst at vita um impulsskeiðið við Glenn Riddersholm, við at venda sær til Pætur Smith Clementsen, tel. 29 19 64, ella umvegis teldupost, [email protected].