Í døgunum 20. og 21. januar skipar FSF fyri Impulsskeiði við heitinum “Ítróttarsálarfrøði – meira enn mental venjing”. Instruktørur á skeiðnum verður Kristoffer Henriksen
Fríggjadagin og leygardagin, 20. og 21. januar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri impulsskeiði við heitinum "Ítróttarsálarfrøði – meira enn mental venjing".
Instruktørur á skeiðnum verður danin, Kristoffer Henriksen, ið er lektari, granskari og undirvísari á Syddansk Universitet, við fokus á ítróttarsálarfrøði og mentalvenjing.
Kristoffer Henriksen er knýttur at Team Danmark, har hann í mong ár hevur arbeitt við at stuðla úrvalsítróttarfólkum í heimselituni á sálarliga økinum.
Skeiðið er serliga ætlað venjarum við A-prógvi, men verður eisini partur av skeiðnum hjá teimum, sum í løtuni eru í gongd við A-venjaraútbúgvingina.
Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 11. januar 2017.
Kostnaður: 800,00 kr.
Nærri kunning um skeiðið sæst her: "Impulsskeið – meira enn mental venjing" / Januar 2017