Leygardagin 13. mai skipar FSF fyri impulsskeiði fyri barna- og ungdómsvenjarar. Skeiðið telur eisini 8 impulstímar fyri venjarar við UEFA A ella B prógvi

”Frá barni til ungdóm – DNA’ið í íslendskum fótbólti” er heitið á impulsskeiði, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri leygardagin 13. mai. frá klokkan 09:00 til 18:00.

 

Instruktørar á skeiðnum verða Thorlakur (Láki) Mar Arnason og Dean (Deano) Edward Martin, ið báðir arbeiða sum instruktørar, fótbóltsmennarar og ungdómslandsliðsvenjarar hjá íslendska fótbóltssambandinum, KSI.

 

Láki og Deano fara at umrøða møguleikar og avbjóðingar í íslendskum barna- og ungdómsfótbólti. Teir fara at vísa á nakrar meginreglur, tá talan er um menning av ungum fótbóltsspælarum í Íslandi.

 

Eitt nú verður komið inn á hesi evni:

– Finst eitt serstakt íslendskt ”fótbólts-DNA”, tá talan er um leikarar og hugburð?

– Hvat verður gjørt fyri at fáa fleiri leikarar at halda á við fótbóltinum?

– Gera ”stóru” feløgini nóg mikið fyri at seta ungar leikarar við?

– Talent & útveljing – hvat hyggja vit eftir; eru nakrar meginreglur?

– Hvussu við teimum leikarunum, sum eru ”seinir á veg”?

– Hvørjar avbjóðingar eru, tá menningin av leikarunum er ymsik, og hvussu loysa vit hesar í praktiskari venjing?

 

Skeiðið, ið serliga er ætlað barna- og ungdómsvenjarum, og høvuðsungdómsvenjarum verður í Tórsvallarhúsinum (gamla FSF-húsið) og á Tórsvølli. Venjingar á vøllinum verða bæði fyrrapartin og seinnapartin.

 

Kostnaðurin fyri at luttaka er 500 krónur, tó sleppa kvinnur ókeypis. Seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin 26. apríl. Harafturat telur skeiðið 8 impulstímar fyri venjarar við UEFA A ella B prógvi.

 

Nærri kunning um skeiðið og instruktørarnar kann sæst her: Impulsskeið / Frá barni til ungdóm (13. mai 2017)

 

Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, ella við at trýst her: Frá barni til ungdóm – DNA’ið í íslendskum fótbólti