Hóast føroyska liðið hevði fleiri góðar málmøguleikar, vóru tað kortini estar, ið drógvu longra stráið, og vunnu at enda ein tepran 1-0 sigur á Føroyum

——————

Føroyska manslandsliðið má taka til takkar við at spæla um bronsuna í ársins Baltic Cup. Á Sanna Stadion í Pärnu taptu Føroyar leygardagin við einum máli ímóti ongum fyri Estlandi.

Føroyska liðið hevði annars munin í málkjansum bæði í fyrra og í seinna hálvleiki, men bólturin vildi ikki í estiska málið. Í staðin vóru tað estar, sum drógu longra stráið og vunnu at enda 1-0. Einasta málið í dystinum skoraði Erko Jonna Tougjas tá 67 minuttir vóru spældir.

Í hinari hálvfinaluni, sum var millum Lettland og Litava, stóð á jøvnum 1-1 eftir vanliga leiktíð. Tí varð neyðugt við brotssparkskapping, sum litavar vunnu, og tað verða tískil Lettland og Føroyar, ið bresta saman í Riga týsdagin 9. juni klokkan 16:00.

Myndir: Hans Erik Danielsen