Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF. Í sendingini greiðir Pætur Clementsen frá, hvat starvið sum ”Fótbóltsmennari” inniber
Fýra størv sum ”Fótbóltsmennari” hjá Fótbóltssambandi Føroya eru leys at søkja. Umsóknirnar skulu vera FSF í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. september, og um alt gongur eftir ætlan, verða størvini sett 1. januar 2017.

Men hvat inniber starvið?

At svara hesum spurningi hevur Tróndur Arge fingið Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF, at vitja í FSF Varpinum. Í sendingini greiður Pætur Clementsen frá, hvørjar uppgávur ”Fótbóltsmennararnir” fara at hava.