Føroyska U21-landsliðið var heilt nær við javnleikinum á útivølli móti Eysturríki. Men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvir, og tí vunnu eysturríkar 1-0
– Eg eri ótrúliga stoltur av avrikinum, ið okkara spælarar vístu hesaferð. Men tað eru tíverri persónlig mistøk, sum vóru orsøk til, at teir fingu málið, ið avgjørdi dystin, segði Bill Mc.Leod Jacobsen eftir tepra 1-0 tapið fyri Eysturríki.
Hóast føroyska U21-landsliðið stóð eftir við ongum, eftir tveir rímuliga tættar dystir ímóti Týsklandi og Eysturríki, so er venjarin, Bill Mc.Leod Jacobsen kortini nøgdur við avrikini.
– Tað er fantastiskt fyri okkara spælarar, at teir sleppa at royna seg ímóti so sterkari mótstøðu. Og í flestu førum megna teir eisini at vera við á hesum støðinum, sigur Bill Mc.Leod Jacobsen.
Næsti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum verður 2. juni, tá Finnland vitjar í Føroyum.
Eysturríki – Føroyar 1-0 (1-0)
1-0: Ylli Sallahi, 28’
Myndir: Josva Thomsen