Úrslitið var als ikki í tráð við leikgongdina, tá føroyska kvinnulandsliðið týsdagin tapti 5-1 fyri Montenegro. Málið hjá Føroyum skoraði Sunniva Willemoes

——————

Montenegro var møguliga betra liðið, og sigurin var allarhelst eisini uppiborin. Men 5-1 var ikki munurin á liðunum, og mangan verður sagt, at hepnið fylgir teimum góðu. Og tað var kanska júst tað, og bara tað, ið var munurin á liðunum á Gradski Stadion í Podgorica týsdagin.

Hepnið fylgdi heimaliðnum, meðan okkara ikki vóru nóg neyvar í avgerandi løtum, og tí kom munurin á máltalvuni at síggja heldur óneyðuga stórur út.

Tað byrjaði eisini væl, og tá tíggju minuttir vóru spældir legði Sunniva Willemoes Føroyar á odda við einum fantastiskum máli. Sunniva kom at standa væl fyri uttanfyri brotsteigin, og úr eini 20 metra fjarstøðu langaði hon bóltin upp í málhornið, uttan nakra møguleika hjá montenegriska málverjanum.

Eitt gott mál, sum eisini gav føroyska liðnum trúnna upp á, at eitt gott úrslit var í eygsjón. Føroysku spælararnir stríddust væl, og allan dystin á tamb megnaðu tær at gera tað trupult fyri vertirnar.

Men tær á heimaliðnum kendu sína vitjunartíð, og áðrenn hálvleik var Montenegro komið á odda 2-1, og í seinna hálvleiki fingu tær trý mál afturat, so úrslitið gjørdist 5-1 til Montenegro.

Í hinum dystinum í bólkinum, sum eisini var spældur týsdagin, vann Grikkaland 3-0 á útivølli móti Andorra.

Eftir tvey umfør hava Montenegro og Grikkaland 6 stig, meðan Føroyar og Andorra hava fyrstu stigini til góðar. Mánaðarskiftið mai-juni fara liðini á vøllin aftur. Fríggjadagin 31. mai spæla Føroyar og Andorra á Tórsvølli, og fýra dagar seinni, týsdagin 4 juni kemur Grikkaland á vitjan.

Myndir: Jakoba Svensdóttir og fótbóltssambandið hjá Montenegro