Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur kunngjørt hópin, sum í komandi mánað skal umboða Føroyar til NM kappingina, sum verður í Finnlandi
——————
Tríggir dystir eru á skránni, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum fyrst í komandi mánað fer til árligu NM kappingina, sum í ár verður í Finnlandi.
Ferðalagið fer av landinum týsdagin 1. august, og síðan verður fyrsti dysturin spældur fríggjadagin 4. august, tá Danmark er mótstøðuliðið. Annar dysturin verður móti Noregi sunnudagin 6. august, meðan plaseringsdystirnir verða spældir 8. august.
Dystirnir móti Noreg og Danmark verða spældir á Kimpisen Stadion í Lappeenranta.
Fróði Benjaminsen er venjari hjá U17-dreingjunum, og hann hevur nú kunngjørt teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til NM 2023.
Hópurin
Jónas Nordendal, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Rói Høgnason Wang, AB
Sjúrður Henriksen, AB
Sebastian Gullfoss, B36
Torkil Árni Poulsen, B36
Sjúrður Saltá, B68
Dánjal Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Jógvan á Lakjuni, ÍF
Rani Josephsen, KÍ
Kim á Tjaldrafløtti, KÍ
Beinir Grønagarð, NSÍ
Pauli Rasmussen, Skála
Josva Signarsson, Skála
John Joensen, Skála
Aron Benjaminsen, Skála
Erik Johansen, TB
Jósef Ólavsson, Víkingur
Arnór Brandsson, Víkingur
Skráin
4. aug. Føroyar – Danmark (kl. 13:00)
6. aug. Føroyar – Noreg (kl. 18:00)
8. aug. Plaseringsdystir