Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur kunngjørt hópin, ið um mánaðarskifti juni-juli fer til NM í Noregi
——————
18 spælarar vera í føroyska ferðalagnum, sum síðst í hesum mánaðinum setir kós móti Lillestrøm í Noregi, har árliga NM kappingin fyri U17-landslið við gentum verður á skránni.
Fari verður úr Føroyum 29. juni, og fyrsti dysturin í kappingini verður 1. juli, tá mótstøðuliðið er Danmark.
Dystardagur 2 í kappingini er settur at vera 4. juli, og dystardagur 3 er 7. juli. Hvørjum spælt verður ímóti á dystardegi 2 og 3 verður avgjørt alt eftir, hvussu úrslitini í undanfarnu dystunum eru.
Pauli Poulsen er venjari hjá U17-gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Jákupi Mortensen, hevur hann úttikið 18 spælarar til NM kappingina í Noregi.
Hópurin
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Natalia Dansdóttir Olsen, EB/Streymur
Rannvá við Streym, NSÍ
Jakobina Bergsdóttir, Skála
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Sólja Ernstdóttir, Skála
Brá Zachariasardóttir, FC Hoyvík
Lea Tórarenni, HB
Fríða Magnusardóttir Jacobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Mira Bendix Laursen, HB
Borghild Debes Dánjalsdóttir, HB
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur